at binda
handarb.) knýta samføst eygu úr tógvi el. garni við stokkum el. bindimaskinu, binda hosur, troyggjur, vøttir o.s.fr.; binda at e-m fáast við at binda e-t, hon bant at eini troyggjuermi; binda upp á e-n binda e-m pløgg el. klæði, nú skuldi bindast upp á børnini
Vælkomin á binda.fo
Á binda.fo finnir tú hjálp og vegleiðing til at binda. Heimasíðan er ætlað royndum sum óroyndum bindarum, og vónin er, at vegleiðingarnar á síðuni kunnu hjálpa tær við tínum bindiprojektum. Tú kanst lesa meira um upprunan til binda.fo her.
Eg havi eisini skrivað eina bók saman við Nám sum eitur ‘Binda’, og bókin fæst til keyps í flestu bókahandlum og tógvhandlum.
Vegleiðingar

I-Cord
I-Cord I-cord, hestetømme, hevur tað eitt føroyskt heiti? Niðanfyri eru sjónbond sum vísa I-cord kant og I-cord band. I-Cord Kantur I-cord band Hevur tú fleiri
At binda bløðrur
At binda bløðrur https://youtu.be/lRSZPlBuhKA Hevur tú fleiri góð ráð, ella eru spurningar, sum mangla eitt sjónband? Set teg í samband við meg á sandra@binda.fo. Góðan bindihug Sandra

German short rows
German short rows German Short Rows er uttan iva besti arbeiðshátturin, um arbeiðið skal vendast. Vendingar verða brúktar, um arbeiðið skal vera hægri á aðrari

Ofta settir spurningar
Ofta settir spurningar Sum nýbyrjari í bindiheiminum hevur man ofta nógvir spurningar, og tað er ofta nógv sum ikki gevur meining. Eg havi roynt at

Kasta uppá
Kasta uppá Um tú ongantíð hevur bundið fyrr, so er hetta staðið at byrja, tí man kastar altíð uppá sum tað fyrsta. Á síðuni er

Stiklavond
Stiklavond Stiklavond er at binda rætt aftur og fram, soleiðis at bylgjur eru á báðum síðum. Um stiklavond skal bindast runt, skal annaðhvørt umfar bindast
Orðalistin
Orðalistin á Binda inniheldur tey flestu orðini, sum verða brúkt í uppskriftum á føroyskum, donskum og enskum.
| Føroyskt | Danskt | Enskt |
|---|---|---|
| Eyga | Maske | Stitch |
| Kasta uppá | Slå op / Opslagning | Cast on |
| Stokkur | Strikkepind | Knitting needle |


